– Av nógva kuldanum, sum hevur ligið í nakrar vikur nú, eru rørini fryst, sum liggja til reinsiverkið á Stykkinum. Tí hevur kommunan verið noydd at fáa sløkkiliðsbilin at pumpa vatn úr Breiðá á Stykkinum og niðan í brunnin.
Tað skrivar Kvívíkar kommuna, og tí verða fólk á Stykkinum biðin um at kóka vatnið.
– Av tí at tað frystur enn, so ber bert til at pumpa vatn í nakrar tímar, tí slangurnar frysta. Orsaka av hesum, má kommunan skrúva fyri vatninum um næturnar, so leingi sum frost er. Byrjað verður longu í kvøld, og skrúva vit fyri kl. 24.00 til kl. 07.00 í morgin. Mitt í viku verður skrúvað fyri kl. 24.00 til kl. 06. á morgni, skrivar kommunan.