Í hesi vikuni ella í næstu viku verður nýtt fólk valt í landsstýrið fyri Ingilín Didriksen Strøm.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum.
Hann sigur, at tað er tingmanning floksins, sum velur nýtt landsstýrisfólk, men avgerðin skal góðkennast av floksleiðslu Javnaðarfloksins.
Í floksleiðsluni eru umboð fyri lokalfeløgini hjá Javnaðarflokkinum kring landið, og tá floksleiðslan hittist er tað vanliga um vikuskiftið.
– Spuringurin er, um tað ber til at fáa floksleiðsluna saman hetta vikuskiftið, nú kommunuval stendur fyri framman, sigur Aksel V. Johannesen. Tí kann avgerðin at velja nýtt landsstýrisfólk draga út til eftir kommunuvalið, sigur hann.
Men hann leggur dent á, at tað er ikki av taktiskum orsøkum í sambandi við kommunuvalið, at avgerðin dregur út. Men tí at tað kanska verður ein avbjóðing at fáa floksleiðsluna saman hetta vikuskiftið.
Tá Ingilín Didriksen Strøm tók sæti á tingi aftur næstsíðsta hósdag, fór Kim Durhuus samndstundis úr tinginum, tí hann situr í ytsta varasessinum hjá Javnaðarflokkinum.
Verður nýggja landsstýrisfólkið eitt av tingfólkunum, sum nú sita, so verður Kim Durhuus aftur tingmaður tá.