Týska manslandsliðið í hondbólti vann silvur á olympisku leikunum í París í fjør, og tí eru týskarar vónríkir um eina góða endastøðu til HM-endaspælið, ið er fyri framman.
HM-endaspælið verður leikt í Noregi, Danmark og Kroatia, dagarnar millum 14. januar og 2. februar.
Íslenski venjarin hjá Týsklandi, Alfreð Gislason roynir at dempa stóru vónirnar hjá týska hondbóltsalmenninginum í samrøðu við Handball-World. Hann heldur tað fer at vera torført hjá Týsklandi at vinna seg millum fýra tey fremstu liðini, men teir fara at gera sítt ítarsta at røkka so langt.
Alfreð Gislason heldur, at Danmark er liðið hini skulu máta seg við, sum hann málber seg, og letur ongan iva vera um hvør er størsti favoritturin í kappingini. Hann væntar harða kapping frá Fraklandi og Svøriki, og metir eisini, at lið sum Noreg, Spania og Kroatia kunnu yvirraska.
Týskland er í innleiðandi bólki A saman við Póllandi, Sveis og Kekkia. Dystirnir vera leiktir í Boxen í Herning.
- Okkara fyrsta mál er at vinna á Póllandi 15. januar, og so taka vit tað harfrá. Sigur Alfreð Gislason við Handball-World.