Fyri fyrstu ferð nakrantíð í søguni er tað eydnast Costa Rica at fáa stig móti Brasil.
Tað hendi í nátt í innleiðandi bólki D í Copa America kappingini í USA.
Marquinhos hjá Brasil fekk eitt mál kolldømt, men nærri kom Brasil ikki.
0-0 javnleikurin leggur eitt tungt trýst á brasilsku leikararnar, ið hava heimsins mest krevjandi fjepparar.
Undan hesum dystinum hevði Brasil í søguni vunnið níggju av níggju dystum móti Costa Rica.
Í sama bólki vann Kolumbia 2-1 á Paraguay. Talan er um fyrsta umfarið í bólkaspælinum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Brasil-Costa Rika 0-0:
##med2##