VIDEO: Føroyar eru nummar 17 í EM endaspælinum - takkað verið Sveis

(Video) Síggj samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum Sveis-Kroatia 26-22 (16-10)

Sveis vann akkurát ein nóg stóran sigur, 26-22 á Kroatia í Sankt Jacobshøllini í Basel. Sveis var á odda 16-10 í steðginum.

 

Úrslitið merkir, at Sveis fylgir Danmark í millumumfarið, og samstundis, at Føroyar enda á einum triðja plássi í bólki D, og Føroyar enda harvið samlað á einum 17. plássi av teimum 24 í EM-endaspælinum. 17. plássið gevur okkara kvinnum eitt betri lutakast til komandi HM-undankapping, og harvið ein frægari møguleika at vinna seg í enn eitt endaspæl.

 

Føroyar og Kroatia hava sama stigatal, eitt stig, og sama málmun, minus 12 mál. Men okkara skutu eitt mál meira enn Kroatia, nevnliga 66 mál, meðan Kroatia skoraði 65 mál. So málið Pernille Brandenborg sendi í danska málið í allarseinastu sekundunum bleiv avgerandi.

 

Fyri Sveis er talan um eitt risastórt úrslit, at tær hava vunnið seg víðari til millumumfarið. Men tær vóru hepnar við, at okkara komu so seint í gongd í tí fyrsta bólkadystinum. 

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Sveis og Kroatia:

 

##med2##