Við greiðum sigri á Sveis í EM-millumbólki 2 í Wien í Eysturríki leggja Niðurlond trýst á Danmark.
Niðurlond vunnu greitt 37-29 (24-17) á Sveis. Zoe Sprengers var toppskjútti hjá Niðurlondum við sjey málum. Daphné Gautschi var toppskjútti hjá Sveis við seks málum.
Klokkan 17 byrjar dysturin millum Noreg og Týskland, og klokkan 19.30 spæla Danmark og Slovenia.
Í skrivandi løtu hava Noreg og Niðurlond seks stig hvør. Danmark hevur fýra stig, meðan Týskland og Slovenia hava tvey stig hvør. Sveis er aftast í millumbólkinum við ongum stigi.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum Niðurlond-Sveis 29-37 (17-24):
##med2##