Danmark helt lív í EM-hálvfinaluvónini við 33-26 (17-15) sigri á Slovenia í EM-millumbólki 2, ið verður leiktur í Wien í Eysturríki.
Vongurin Elma Halilcevic gjørdist toppskjútti hjá Danmark við seks málum. Fyri Slovenia skoraði Tjasa Stanko átta mál.
Í sama bólki vann Noreg 32-27 (19-13) á Týsklandi, og Niðurlond vunnu 37-29 (24-17) á Sveis.
Noreg hevur fult stigatal, átta stig og hevur vunnið bólkin. Danmark og Niðurlond hava seks stig hvør, og skulu í morgin spæla um hvør teirra skal fylgja Noreg í hálvfinalurnar, har Frakland og Ungarn bíða. Týskland og Slovenia hava tvey stig hvør, og Sveis er aftast í bólkinum við ongum stigi.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá sigrinum hjá Danmark á Slovenia:
##med2##