Víkingur hevur eina greiða favorittstøðu móti NSÍ

Her eru oddsini upp á dystin NSÍ-Víkingur

Savnsmynd

Klokkan 19 í kvøld byrjar grannauppgerðin í Betrideildini hjá monnum millum NSÍ og Víking við Løkin í Runavík.

 

Víkingur hevur fult stigatal, 18 stig aftaná seks tey fyrstu umførini. NSÍ hevur 12 stig.

 

Hóast Víkingur er útilið, so hava teir eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til NSÍ eru 6,04.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 4,75.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Víking eru 1,40.

 

HER eru oddsini:

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Savnsmynd