Tíðindaskriv frá Almanna- og mentamálaráðnum:
Sum tað stendur í samgonguskjalinum, verða játtanirnar til mentan, mál og list hækkaðar munandi.
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2025 hevur játtanin til yrkisleiklistina leingi staðið í stað við 650.000 kr. Í uppskotinum hjá landsstýrinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2025 varð skotið upp at hækka játtanina til yrkisleiklistina við 400.000 kr. Samgonguumboðini í fíggjarnevndini løgdu 400.000 kr. afturat, so at játtanin til yrkisleiklistina hækkaði við tilsamans 800.000 kr.
Tað er Leiklistaráðið á Tjóðpallinum, ið sambært løgtingslóg um Tjóðpall og stuðul til yrkisleiklist v.m., ið gevur landsstýrisfólkinum tilmæli um stuðul til yrkisleiklist.
Yrkisleiklistin er ein drívmegi til broyting. Hon megnar at fáa okkum til at hugsa djúpt um týdningarmikil evni í okkara samtíð. Hon bjóðar okkum av og styrkir okkara empatisku evni og gevur okkum eina betri fatan av okkum sjálvum og umheiminum.
Men tann sanna styrkin í palllistini liggur kanska í hennara serligu evnum at savna fólk, har løtan kann gerast til eina ógloymandi, felags uppliving av tonkum, kenslum og søgum. Í eini talgildari tíð har fleiri okkara ofta kunnu vera fráverandi frá hvørjum øðrum, gevur palllistin okkum eitt stað til eina felags uppliving – í tøgn, í flennandi gleði, í tárum ella í fagnandi lógvabrestum.
Tí fegnist eg um, at samgongan í landsstýrinum og í fíggjarnevndini hevur tikið eitt tak fyri yrkisleiklistina og givið henni fíggjarligan styrk, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.