Tá stórur flutningur skal ígjøgnum Eysturoyartunnilin, skal loyvi fáast frá løgregluni. Men ein treyt er, at tað skal ikki vera ímillum klokkan 7 og 9 á morgni ella millum klokkan 15 og 18 seinnapartar, tí tað er so nógv ferðsla. Tí kostaði tað eina bót, tá ein stórur treylari við eini stórari maskinu fór gjøgnum tunnilin klokkan 17 í gjár. Ein slíkur flutningur tarnar ferðsluni sera nógv. Løgreglan fylgir væl við ferðsluni í tunlinum, tí har eru myndatól í øllum tunlinum, sum tey síggja á politistøðini í Havn.
Tí fór løgreglan á staðið og steðgaði bilinum, tá hann kom úr tunlinum Eysturoyarmegin.
Tað kostaði bilføraranum eina bót upp á 3.000 krónur, og virkið, sum eigur bilin, fekk eina bót upp á 10.000 krónur.
Av øðrum hendingum í gjár sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, at eitt ferðsluóhapp var á Velbastað, har ein bilførari hevði feilmett eina omankoyring.
Í nátt var løgreglan eisini úti til ein húsaófrið, har ein persónur varð tikin við á støðina fyri at fáa frið á staðnum.