Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Upsala

Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri arbeiði hansara við føroyskum máli.

 

Vestmanna.fo

 

Rættiligur hátíðardamur var í riddarasalinum í Kongsborgini í Uppsala, har eini 200 fólk vóru savnað, tá ið vestmenningurin Jonhard Mikkelsen fekk handað Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris upp á 60.000 svenskar krónur við hesi grundgeving:

“Bókaforleggjarin Jonhard Mikkelsen, Vestmanna, Føroyar fær heiðurin fyri stóra arbeiðið fyri føroyskum máli, bæði við útgávum av føroyskum upprunaverkum, týðingum til føroyskt mál og orðabókaútgávum”

Jonhard Mikkelsen, sum saman við konuni Maibritt og børnunum Jóannes og Sáru, júst er komin aftur av ferðini til Uppsala, fegnast um stórfingna heiðurin.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##