Marjun er púrasta ovfarin

- Eg skal gera mítt allarbesta, bygdarfólkinum og bygdini at frama, sigur Marjun S. Debes, sum gjørdist toppskorari á kommunuvalinum í Skopun

Í kvøld takkar Marjun S. Debes í Skopun fyri dyggan stuðul á kommunuvalinum týsdagin, og hetta ger hon á sínum Facebook-vanga.

 

- Góðu skopuningar. Tað er við eymleika og takksemi, at eg skrivi hesi orð í kvøld! Av hjarta takk fyri allar atkvøðurnar, eg fekk í gjár og allar atkvøðurnar, sum komu til listan.

 

Marjun S. Debes, sum helst verður nýggjur borgarstjóri í Skopunar kommunu frá 1. januar 2025 at rokna, sigur seg vera púrasta ovfarna av valinum.

 

- Eg eri púrasta ovfarin av, at so mong valdu at vísa mær álit, og eg skal gera mítt allarbesta, bygdafólkinum og bygdini at frama, sigur hon.

 

Í takkarkvøðuni ynskir hon øllum kommunustýrislimunum í Skopunar bygdarráði hjartaliga tillukku við valinum.

 

##med2##

 

- Eg gleði meg at fara til verka saman við tykkum og vóni og síggi fram til eitt gott samstarv tey komandi fýra árini, sigur Marjun S. Debes á sínum Facebook-vanga í kvøld.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Gerhard Lognberg hevur verið borgarstjóri í Skopunar kommunu øll árini síðan hin 1. januar 1993, men á valinum hesaferð stillaði hann ikki uppaftur.

 

Soleiðis fall valið í Skopunar kommunu týsdagin:

 

##med3##

 

 

 

- Eg eri púrasta ovfarin av, at so mong valdu at vísa mær álit, sigur Marjun S. Debes