Enn eru tey ikki liðug at gera valið upp í høllinni á Hálsi í Havn. Men alt bendir á, at Tjóðveldi er størsti flokkur, Javnaðarflokkurin nummar tvey og Kommunulistin nummar trý. Smm tað sær út á Hálsi, so er eitt boð, at Tjóðveldi fær 4 sessir, Javnaðarflokkurin og Kommunulistin 3 í part, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Borgaralistin ein í part.
Men hetta skal takast við fyrivarni, tí úrsltini á Argjum, í Hoyvík og í Kollafirði kunnu broyta javnvágina millum flokkarnar.
Men tað tykist sera greitt, at kollfirðingar hava valt Berg Robert Dam Jensen í býráðið og kanska eisini Anju Weihe. Argjafólk hava valt Høgna Vilhelmsen.