Barnalógin er søgulig

Í hesum døgum er barnaráðstevna í Norðurlandahúsinum. Øll næmingaráð í fólkaskúlunum og miðnámi eru boðin at siga sína hugsan um viðurskifti, sum viðkoma teimum. Hetta gevur teimum høvi at geva sítt íkast til eina føroyska barnalóg

Tað er Barnaverkætlanin, sum er samstarv millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Løgmálaráðið og Kommunufelagið, sum skipa fyri barnaráðstevnuni.

 

- Endamálið við barnaverkætlanini er at skapa tað allar besta samfelagið fyri børn og ung at vaksa upp í. Soleiðis at tey trívast, mennast og fáa viðburð, sigur Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri fyri Barnaverkætlanina.

 

 

 

Næmingaráðini arbeiða í verkstovum, og ískoytið hjá teimum verður brúkt til at fyrireika eina menningartilgongd til barnalógina. Børn og ung verða tey fyrstu at vera hoyrd í hesum máli. Eftir at børnini eru komin til orðanna, verða aðrir áhugabólkar og serfrøðingar tiknir við, og síðani verður komið fram til eitt endaligt lógaruppskot.

 

- Lógarsmíð tekur tofta langa tíð, men hetta er spennandi og týdningarmikið arbeiði. Børnini eru hugagóð og duga væl at koma við sínari hugsan, sigur Steinbjørn Hardlei.

 

Barnalógin er ein liður í málinum at skapa tað besta samfelagið fyri børn og ung. Hetta er ein søgulig lóg, tí Føroyar hava ikki havt eina barnalóg áður.

 

Lógin skal millum annað tryggja rættindini, sum Føroyar longu hava samtykt í barnarættindasáttmálanum og brekrættindasáttmálanum hjá ST við lóg. 

 

Sí myndir frá Barnaráðstevnuni 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##