Bjarni Hammer stillar uppaftur

- Eg vil gjarna verða við til, at øll loyvir hjá Varðanum Pelagic koma upp á pláss, og eg vil gjarna verða við til at fyrireika okkara kommunu til Suðuroyartunnilin, sigur Bjarni Hammer

Í sitandi býráði í Tvøroyrar kommunu eru tveir listar umboðaðir, Felagslistin við Kristini Michelsen, borgarstjóra, á odda, sum á seinasta kommunuvali fekk 617 atkvøður - og so Javnaðarflokkurin, sum á seinasta vali fekk 448 atkvøður.

 

Hetta gav listunum ávikavist fýra og trý umboð.

 

Fyrst valdur á Javnaðarlistanum var Bjarni Hammer við 121 atkvøðum. Í samrøðu við In.fo í dag sigur Bjarni, at Javnaðarflokkurin aftur hesaferð stillar upp við fleiri spennandi valevnum, og sjálvur hevur hann eisini tikið avgerð um at stilla uppaftur.

 

Sum løgtingslimur hevur Bjarni Hammer sitið í løgtingsins vinnunevnd í tilsamans sjey ár, harav fýra ár sum formaður, og hann dylur ikki fyri, at hann er sera glaður fyri alt vinnulív, sum er í Tvøroyrar kommunu og í Suðuroynni sum heild.

 

- Tað skal eingin ivi vera um, at eg taki fult undir við, at Varðin Pelagic sleppur at byggja út, og eg vil gjarna verða við til at fáa øll loyvir til hesa útbygging upp á pláss. Varðin Pelagic hevur ein avgerandi týdning fyri alla Suðuroynna.

 

Bjarni Hammer rósar eisini dugnaligu Delta-monnunum fyri, at teir hava ein so týðandi leiklut í stóra uppsjóvarvirkseminum á Tvøroyri, har høvuðseigarin er stóra og dugnaliga vinnulívsfyritøkan, Varðin í Gøtu.

 

- Umframt at vera saman við Varðanum í Gøtu um Varðan Pelagic á Tvøroyri, reka hesir somu menn eisini egin virkir, bæði á Tvøroyri og í Hvalba, ávkavist Delta Seafood á Tvøroyri og TG Seafood í Hvalba.

 

Hann fegnast um alt vinnulív í Suðuroynni, sum er krumptappurin og grundarlagið undir øllum trivnaði og komandi framburði.

 

Bjarni Hammer heldur, at høvuðsuppávan hjá býráðnum í komandi tíð verður at gera tað enn liviligari hjá øllum í Tvøroyrar kommunu, men eisini at gera tað liviligt hjá teimum, sum leggjast aftrat í kommununi.

 

- Vit skulu eisini fyrireika okkum til Suðuroyartunnilin við nýggjum útstykkingum her í kommununi, útbygging av skúlaverkinum, har serliga Tvøroyrar skúli er gamal og niðurslitin, eins og eldraøkið skal dagførast og mennast, sigur Bjarni Hammer.