Tórður var bestur í september

Tað bleiv veteranurin í B68 málinum, Tórður Thomsen, ið fekk heiðurin sum besti spælari í Betrideildini hjá monnum í september mánað

Tórður Thomsen saman við formanninum í B68, Jóhannusi Danielsen - Mynd: Andri Gerðisá

Tað bleiv veteranurin í B68 málinum, Tórður Thomsen, ið fekk heiðurin sum besti spælari í Betrideildini hjá monnum í september mánað, skrivar Fótbóltssambandið. Fyri fyrstu ferð, síðani farið var undir at velja besta spælara í hvørjum mánað, fer heiðurin til ein málverja.

 

 

 

Besti spælari í Betrideildini hjá monnum í september mánað er veteranurin í B68 málinum, Tórður Thomsen. Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið velja, og tá talt var saman fyri september, hevði B68 málverjin fingið flestar atkvøður. Aðrir, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Boubacar Dabo hjá EB/Streymi, og Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð úr KÍ.

 

– Hetta er ein heiður, sum eg eri ótrúliga stoltur av og glaður fyri. Men um eg kundi býtt heiðurin um við fleiri stig á stigatalvuna, so hevði eg gjørt tað, sigur Tórður Thomsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tórður Thomsen saman við formanninum í B68, Jóhannusi Danielsen - Mynd: Andri Gerðisá