Er ráðiligt at byggja suðuroyartunnil nú?

Strukurpolitikkur er langsigtaður politikkur, tað vil siga, at vit eiga at hyggja at hesi verkætlan og fremja hana um og tá tað er ráðiligt. Tað er ikki ráðiligt at fara undir hesa verkætlan nú, tá vit vita, at fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur og ikki tekur atlit at teimum stóru avbjóðingunum sum almenni geirin hevur fyri framman. 

Neyðugt er, at politisku myndugleikarnir fyrst fáa fíggjarpolitikkin haldføran. Ikki fyrr enn tá, eigur man at hyggja at hesi verkætlan at byggja ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar. Harafturat eiga fyrireikingarnar til hesa risa íløguna at vera nógv betri. Landsbankin hevur ringt við at skilja at henda verkætlan hevur sovorðnan skund. Talan er um eina infrakervisíløgu, sum skal halda 50-70 ár fram í tíð, og tá er ikki so umráðandi um hon verður framd 1 til 2 ár fyrr ella seinni.

 

Inngangur

 

At bora ein suðuroyartunnil er størsta verkætlan Føroyar yvirhøvir fara undir. Hon er eisini risa stór samanborið við verkætlanir í øðrum londum.

 

Leiðslan í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlinum metir, at samlaða íløgan í ein suðuroyartunnil er 4 mia. kr.1 Tá byggirentur vera taldar við, er kostnaðurin av verkætlanini út við 5 mia. kr.2 Hetta er í 2024 prísum. Tað svarar til knapt 18% av mettum BTÚ fyri 2024.3

 

Ein so stór verkætlan eigur at verða fyrireikað sera væl. Fyrireikingararbeiðið og forarbeiðið av verkætlanini er við til at minka um váðan við verkætlanini, soleiðis at landsstýrið, tá tað tekur avgerð um at bora ella ikki, hevur so góða vitan sum møguligt.

 

Tunnilin er ein týðandi langtíðar infrakervisíløga, og loysnin skal halda næstu 50-70 árini. Tí eiga landsins myndugleikar at tryggja sær, at rætta loysnin verður vald og at tað er ráðiligt at gera íløguna. Tað er av minni týdningin, um íløgan verður framd 1-2 ár fyrr ella seinni.

 

Fyrireikingin av verkætlanini

 

Sum skrivað omanfyri, er suðuroyartunnilin ein langtíðaríløga og ein risa stór verkætlan. Tí má kravið vera, at verkætlanin er fyrireikað so væl, sum til ber.

 

Í hesum sambandi er upplagt at hyggja at, hvussu londini kring okkum gera, tá tey hava ætlanir um stórar verkætlanir, og kanska serliga til Noreg, tí tey eisini bora fleiri undirsjóvartunlar.

 

Í Noreg brúka tey ”anslagsmetoden” tá tey fyrireika stórar verkætlanir.

 

Størsti spurningurin í eini verkætlan sum hesari, er kostnaðurin av verkætlanini ella prísurin. Prísmetingin er rættiliga nógv treytað av, hvørjar fortreytir um kostnaðin tú nýtir. Hátturin í ”anslagsmetoden” er, at tey seta ein bólk av serfrøðingum við viðkomandi vitan og royndum. Bólkurin telur millum 5 til 10 persónar. Hesar spyr man so óheft av hvørjum øðrum, hvat prísurin er á ymiskum høvuðspostum í verkætlanini. Tað kann vera asfaltering, burturbeining av gróti, spreinging og so framvegis. Serfrøðingarnir skulu geva ein:

 

  • Minsta prís
  • Væntaðan prís
  • Mesta prís

 

Útfrá hesum fæst ein breitt grundfestur prísur á verkætlanini, sum byggir á fleiri óheftar metingar. Í prísmetingin av suðuroyartunlinum er bert ein spurdur um prís, og tí er prísurin sum P/F Suðuroyartunnil metir, ikki eins tryggur, samanborið við um tú hevði fylgt “anslagsmetoden”. Eisini vísir notatið hjá Landsverk á, at hátturin sum P/F Suðuroyartunnil hevur gjørt prísmetingina eftir, gevur eina ov positiva mynd av váðanum í prísmetingini.4

 

Eitt annað, sum er umráðandi, tá verkætlanirnar eru so stórar er, at fyrireikingararbeiðið verður góðskutryggjað av uttanhýsis ráðgeva. Tað ger man tvær ferðir. Eina ferð eftir ”konseptfasuna” og eina ferð afturat eftir at forprojektið er gjørt. Enn er eingin góðskutrygging farin fram av suðuroyartunnilsverkætlanini.

 

At góðskutryggja og fylgja mannagongdum fyri tílíkum verkætlanum, sum eisini okkara grannalond gera, fer at taka longri tíð, men sum skrivað í innganginum, so er tað av minni týdningin um íløgan verður fram 1-2 ár fyrr ella seinni. Tað sum er umráðandi er, at fyrireikingarnar eru so góðar sum møguligt til hesa risa íløgu, so tryggjað verður, at avgerðin um at bora ella ikki, er røtt.

 

Landsbankin heldur eisini tað er løgið, at fyrireikingarnar til hesa stóru verkætlan ikki liggja hjá myndugleikanum á økinum. Vanliga mannagongdin í grannalondum okkara hevði verið, at almenni myndugleikin fyrireikaði hesa stóru verkætlan sambært forskriftum fyri tílíkum stórum verkætlanum. Ikki fyrr enn hetta arbeiðið var liðugt, átti tað verið handað til partafelagið, sum skal standa fyri at bora tunnilin og annars at útinna arbeiðið.

 

Men í hesum føri vendir tað øvugt. Fyrireikingarnar liggja hjá partafelagnum. Til dømis er tað partafelagið Suðuroyartunnil, sum hevur avgjørt, hvar linjuføringin skal vera. Er tað rætt? Og er tað rætt at tað er P/F Suðuroyartunnil, sum avgerð, hvat trygdarstigið skal vera í tunlinum? At fyrireikingarnar liggja í P/F Suðuroyartunlinum kann eisini merkja, at arbeiðið ikki hevur tað gjøgnumskygnið, sum ein so stór verkætlan eigur at hava. Felagið er ikki fevnt av almennum innliti.

 

Landsbankin vil eisini vísa á, tað sum Landsverk skrivar í teirra temablaði ”Kostnaðarmeting” frá 2023, at tað eru serliga tvey viðurskifti, sum gera seg galdandi í verkætlanum, sum hesari. Tað eru ”optimism bias” og ”strategic misrepresentation”. ”Optimism bias” kann umsetast sum bjartskygdur skeivleiki og meinast tað við, at vit í fyrireikingini av verkætlanum eru ov bjartskygd og ikki leggja upp fyri teimum óvissum, sum kunnu vera í einari verkætlan. ”Strategic misrepresentation” ella strategisk avskeplan er, tá ið ein í avgerðartilgongdini tilvitað yvirmetir ágóðan og undirmetir kostnaðin av verkætlanini fyri at fáa hana setta í verk. Landsbankin heldur, at myndugleikarnir hava gjørt ov lítið fyri at tryggja, at hesir váðar vera avmarkaðir mest møguligt.

 

Kost-nyttu greiningar er besta amboðið at brúka sum avgerðargrundarlag fyri, hvørjar infrakervisíløgur skulu fremjast

 

Landsverk hevur í frágreiðing frá 2021 gjørt eina kost-nyttu greining av nýggjari suðuroyarleið. Her vera fimm ymiskir møguleikar kannaðir og samanbornir við verandi farleið, sí mynd 1 niðanfyri. Ein ferjuleið frá Sandi til Hvalbiar kundi eisini verið lagdur afturat greiningini.

 

Av teimum fimm møguleikunum, sum Landsverk hevur greinað, er bara ein møguleiki, sum gevur eitt positivt úrslit, og er tað ein nýggj siglingarfarleið millum Sand og Tvøroyri, sí talvu 1. Tá úrslitið av kanningini er negativt merkir tað, at tað er eitt tap fyri samfelagið, og tí eigur íløgan ikki at vera framd.

 

Eitt annað sum er vert at leggja til merkis, er, at ein tunnil beinleiðis frá Sands bygd til Suðuroyar gevur betri úrslit, enn ein tunnil av Skarvanesi til Suðuroyar.

 

Landsverk hevur í summar dagført kost-nyttu greiningina, men bara fyri tunnilin frá Skarvanesi til Suðuroyar. Landsbankin heldur tað vera løgið, at Landsverk bert er biðin um at dagføra kost-nyttu greiningina uppá triðbesta møguleika (tunnil frá Skarvanesi). Tað vil siga, at hugt verður als ikki eftir besta og ei heldur eftir næstbesta møguleika. 

 

Landsbankin mælir til, at eisini hinir møguleikarnar, sum eru í frágreiðingini frá 2021, verða dagførdir.

 

Mynd 1 og talva 1

 

##med2##

 

Kelda: Landsverk: Forkanning av einari nýggjari suðuroyarleið, 2021.

 

Arbeiðsbólkurin at viðgera fíggingarleist

 

Landsbankin hevur verið við í arbeiðsbólkinum at viðgera fíggingarleist fyri verkætlanina, og hvørja ávirkan ein suðuroyartunnil vil hava á fíggjarlógina. Til tað arbeiðið hevði Løgmansskrivstovan biðið Numo um at gera ein útrokningarmyndil, soleiðis at verkætlanin at bora ein suðuroyartunnil kann samanberast við verandi farleið (Smyril) – samanberingin koyrir bert uppá, hvussu báðir møguleikarnir ávirka fíggjarlógina.

 

Landsbankin vil vísa á, at hesin leistur og hetta arbeiðið einans kann brúkast til at fáa vitan um, hvussu nógv av tunnilskostnaðinum verður rindaður av ferðsluni, og hvussu nógv skal rindast av landskassanum. Hetta kann als ikki nýtast sum grundarlag fyri, um íløgan skal gerast ella ikki.

 

Tað er tó ávísur vandi fyri, at tað júst er tað, ið politikararnir nýta hendan útrokningarmyndil til.

 

Dømi 1 í hesi frágreiðing vísir eitt positivt úrslit á fíggjarlógini á 40 mió. kr. Men fyri at fáa hetta positiva úrslit, má landskassin seta 1,35 mia. í verkætlanina. 350 mió. kr. frá íleggingargrunninum og síðani 100 mió. kr. um árið í 10 ár. 100 mió. kr. í 10 ár er 1 mia. kr., og hon skal fíggjast. Men henda milliard er ikki tald við í lánikostnaðinum. Harafturat er tað eisini skeivt at samanbera Smyril farleiðina, sum einki innskot fær, við ein suðuroyartunnil, sum fær 1,4 mia. kr. í innskotið. So har eru fleiri ivamál við hesum roknistykki.

 

Roknistykkið vísir eisini, at suðuroyarsiglingin kostar sera nógv, tí ferðaseðlaprísurin varð settur niður í helvt í umleið 2007 og síðani ikki er javnaður við kostnaðar- ella lønarstøði. Politiskar avgerðir hava sostatt gjørt, at suðuroyarsiglingin er so mikið kostnaðarmikil á fíggjarlógini sum hon er. Hetta ger, at suðuroyarsiglingin sær eyka dýr út.

 

Eitt annað, sum hetta roknistykki heldur ikki tekur við, er spurningurin um hvørt innskotið á 1,4 mia. kr. kundu verið brúktar betri aðrastaðni. 1,4 mia. kr. eru nógvir pengar og politikararnir eiga at brúka teir har, sum teir gera størst nyttu fyri føroyska samfelagið. Tað er als ikki vist at teir gera best nyttu í P/F Suðuroyartunnil.

 

Grundarlagið fyri um íløgan eigur at vera framd ella ikki eigur at verða tikin út frá kost-nyttu greiningini av teimum møguleikum sum eru, sí brotið omanfyri.

 

Er tað ráðiligt at fara undir eina so stóra verkætlan í verandi støðu?

 

Føroyski búskapurin er væl fyri í løtuni. Skuldin er lutfalsliga lág bæði hjá landi og kommunum, fyritøkur og húsarhald eru væl fyri, yvirskot er á handilsjavnanum og Føroyar hevur einki arbeiðsloysi. Tí metir Landsbankin ikki, at tað verður nakar trupulleiki at taka lán fyri at fíggja hesa verkætlan. Trupulleikin er ikki sjálv lántøkan, men heldur at lánið skal rindast aftur. Og hóast allar bestu tíðir nógv ár á rað, hava bæði land og kommunur hall á teirra roknskapum. Harvið er einki uppspart til, til dømis at brúka uppá hesa verkætlan.

 

Harafturat hava Føroyar eina sera stóra haldførisavbjóðing fyri framman. Frágreiðing frá Búskaparráðnum um fíggjarpolitiska haldførið frá januar 2024 vísti, at fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur og at nógv tiltøk mugu gerast, fyri at fáa javnvág millum inntøkur og úteiðslur hjá almenna geiranum.

 

Stóra orsøkin til hetta, eru demografisku broytingarnar. Vit gerast fleiri eldri, samstundis sum talið av teimum í arbeiðsførum aldri so at siga stendur í stað, sí mynd 2.

 

Mynd 2

 

##med3##

 

Um einki verður gjørt við hesa risa avbjóðing, fáa føroyingar eina støðugt og skjótt vaksandi skuld fram til 2060.

 

Gera vit tiltøk, eitt nú at hækka pensjónsaldurin og fremja rationaliseringar á almenna økinum, betra vit um fíggjarpolitiska haldførið, men tað krevur at politisku myndugleikarnir veruliga raðfesta at loysa hendan trupulleikan.

 

Um hugt verður uppá millumlangt sikt, so sær út til, at hallið á fíggjarlógini bara veksur komandi árini. Væntast kann, at hallið er vaksið upp til 1 mia. kr. í 2035, tvs. bara næstu 10 árini er ein fíggingartørvur á 6 mia. kr.  Um tunnilin verður gjørdur, so ger henda eykaútreiðsla, at tað verður enn torførari at fáa javnvág á fíggjarlógina.

 

Neyðugt er at loysa hesa avbjóðing við fíggjarpolitiska haldførinum fyrst. Neyðugt er at fremja stórar nýskipanir innan almenna geiran. Til dømis mugu stórar íløgur gerast í eldraøkið bæði fyri at rationalisera raksturin, men eisini tí tørvurin verður størri, og meir peningur má setast av til heilsuøkið. Tað ber ikki til at siga, at eldraøkið hoyrir til kommunurnar, tí óansæð hvat, so eru vit bara eitt ávíst tal av skattgjaldarum, sum skulu fíggja bæði land og kommunur. Hetta er ein landspolitisk uppgáva.

 

Politisku myndugleikarnir kunnu ikki bara hyggja einsamalt eftir stóru verkætlanini at bora ein tunnil til Suðuroyar. Politisku myndugleikarnir mugu hyggja eftir samlaða føroyska búskapinum, og ásanna, at suðuroyartunnilin bert er ein av mongum verkætlanum. Neyðugt er at raðfesta, tí Føroyar hevur ikki ráð til allar.

 

Fíggjarmálaráðið hevur í síni búskaparfrágreiðing frá mars 2023 gjørt eitt yvirlit yvir íløgutørvin næstu 15 árini.5 Tey vísa á ein íløgutørv á 26 mia. kr. býttar millum land, kommunur og almenn feløg. Íløgurnar hjá kommunum eru bara leysliga mettar, og tað er ikki lagt upp fyri øðrum stórum verkætlanum, sum óvæntað kunnu koma uppá tal. Tað skal sigast, at í hesum 26 mia. kr. er suðuroyartunnilin íroknaður. Ein fyrsta raðfesting kundi verið at býta íløgurnar upp í, hvat er neyðugt at gera av íløgum og hvat kann bíða. Eitt er vist, at alneyðug er, at gera íløgur í eldraøkið og bústovnar annars, tí verandi bygnaður við smáum eindum er alt ov dýrur.

 

Taka landsmyndugleikarnir ikki haldførisavbjóðingina í álvara, er vandi fyri, at skattatrýstið verður so høgt, at ung fólk, sum fara av landinum at lesa, ikki ynskja at venda heim aftur, og eisini at fólk sum búgva í Føroyum flyta.

 

Tunnilskostnaðurin fer at troðka skilagóðar íløgur burtur í almenna geiranum

 

Landsstýrið tykist ikki at ásanna, at tað er tann fulli íløgukostnaðurin á 4 mia. kr. (umframt váðaískoytið), sum skal haldast upp ímóti øðrum almennum íløgum, tá metast skal um skynsemi í at gera íløguna. Ført verður fram, at íløgan "einans" tyngir fíggjarlógina við 100 mió. kr. árliga næstu 10 árini umframt aðrar 350 mió. kr. (frá Íleggingargrunninum). Og harafturat at íløgan ikki tyngir fíggjarlógina, tá tunnilin er liðugur, men tvørturímóti at landið sparir rakstrarútreiðslur til ferju. Landsbankin skal vísa á, at allir pengarnir koma úr sama kassa, og hóast landskassin setir 1,35 mia. kr. í P/F Suðuroyartunnil, so minkar hetta ikki um fíggjarligu byrðuna hjá landskassanum. Hetta er sigarkassahugsan, sum kann fáa politisku skipanina at taka hesa stóru íløguavgerð grundað á eitt misvísandi búskaparfakligt grundarlag.

 

Landsbankin skal vísa á, at ein so stór lánsfíggjað íløga í ein undirsjóvartunnil leggur nøkur bond á politiska skipanina í fleiri áratíggjur fram. Henda íløgan fer at troðka fleiri aðrar skilagóðar íløgur, sum eru alneyðugar, burtur.

 

Niðurstøða

 

Strukurpolitikkur er langsigtaður politikkur, tað vil siga, at vit eiga at hyggja at hesi verkætlan og fremja hana um og tá tað er ráðiligt.

 

Tað er ikki ráðiligt at fara undir hesa verkætlan nú, tá vit vita, at fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur og ikki tekur atlit at teimum stóru avbjóðingunum sum almenni geirin hevur fyri framman.

 

Neyðugt er, at politisku myndugleikarnir fyrst fáa fíggjarpolitikkin haldføran. Ikki fyrr enn tá, eigur man at hyggja at hesi verkætlan at byggja ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

 

Harafturat eiga fyrireikingarnar til hesa risa íløguna at vera nógv betri. Landsbankin hevur ringt við at skilja at henda verkætlan hevur sovorðnan skund. Talan er um eina infrakervisíløgu, sum skal halda 50-70 ár fram í tíð, og tá er ikki so umráðandi um hon verður framd 1 til 2 ár fyrr ella seinni.

 

[1] Kostanðurin er íroknað Sandvíkartunnil við vegføring, umkoyringarvegur í Hvalba og trygdarrúm. Landsverk metir, at kostnaðurin verður væl meira enn tað.

 

[2] Landsbankin skal vísa á, at Eysturoyartunnilin var í 2012 mettur at kosta 1,13 mia. kr. og framroknað til 2016 prísir var tað 1,27 mia. kr. Verklagskostnaðurin í 2016 gjørdist 1,54 mia. kr. Somu tøl fyri Sandoyartunnilin eru ávikavist 1 mia. í 2018, framroknað til 1,1 mia. kr. í 2021 og verklagskostnaðurin í 2021 gjørdist 1,3 mia. kr. Tað vil siga fyri Eysturoyartunnilin var kostnaðurin 22% hægri, enn upprunaliga mett, og fyri Sandoyartunnilin 19% hægri enn mett. Kelda: Landsverk, Temablað; ”Kostnaðarmeting” 2023.

 

[3] ES-tunlarnir kostaðu 2,7 mia. kr. og byggingin byrjaði í 2017, tá BTÚ var 19,7 mia. kr. Tað vil siga, at verkætlanin var 13,7% av BTÚ. Somuleiðis ein risa stór verkætlan. Munurin millum ES-tunlarnar og suðuroyartunnilin er tó, at bara millum 10-20% av fíggingini verður goldin av ferðsluni í suðuroyartunlinum, og restin verður goldin av skattaborgarunum (landskassanum). Av ES-tunlunum fíggjar ferðslan um 80% meðan um 20% verður goldið av skattaborgarunum.

 

[4] Sí notat frá Landsverk, har tey gera sínar viðmerkingar til kostnaðarmetingina av suðuroyartunlinum hjá P/F Suðuroyartunnil. Notatið er skrivað í sambandi við arbeiðnum hjá arbeiðsbólkinum at finna ein fíggingarleist.

 

[5] Frágreiðing til játtanarkarmar 2024