Klokkan 19 spæla kvinnurnar hjá H71 seinna dystin í øðrum umfarinum í European Cup móti grikska liðnum, PAOK. Dysturin verður leiktur í Hoyvíkshøllini.
PAOK vann fyrra dystin 31-23 (17-10), og tí verður tað ein torfør uppgáva hjá hoyvíkskvinnum at vinna seg víðari í kappingini.
Hóast áttamálssigurin í fyrra dysturin hevur PAOK bert eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin í kvøld.
Miðaloddsini upp á sigur til PAOK eru 1,77.
Miðaloddsini upp á sigur til H71 eru 2,42.
HER eru oddsini:
##med2##