HB hevur keypt úr B68

Betri deildin menn: HB hevur gjørt sáttmála við 22 ára gamla Áka Johannesen

HB boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 22 ára gamla Áka Johannesen, sum kemur úr B68.

 

HB.fo skrivar:

 

Vit hava longu ein, og nú kemur ein Áki afturat. Hóast hann bert er 22-ára gamal, hevur hann spælt yvir 100 dystir fyri besta liðið hjá B68, har av 81 í Betri-deildini. Komandi tvey árini verða tað so vit i HB, sum koma at njóta gott av dygdunum hjá Áka Johannesen.

 

Her er talan um ein av mest spennandi ungu verjuleikarunum í landinum. Í 2021 spældi hann á fyrsta sinni í Betri-deildini, tá uppflytararnir úr B68 tóku tey flestu á bóli. Her var Áki ein av mest eyðsýndu leikarunum, og tað endaði við, at hann bleiv úttikin til U21-landsliðið á fyrsta sinni. Her er tað síðani blivið 9 dystir.

 

##med2##

 

Nú tekur Áki so næsta stigið á leiðini, og sær fram til eina spennandi tíð í Gundadali. Spurdur um hví hann nú hevur tikið stigið at flyta í Gundadal, svarar hann:

 

- Eg haldi, at hetta er eitt spennandi projekt sum er í gongd, við einum spennandi venjaratoymið. Og so er tað kanska meira spennandi at sleppa at spæla við í ovara endanum á stigatalvuni.

 

Áki er ein bóltspælandi miðverji, sum hevur sínar styrkir í luftini og í nærdystum. Og tá vit biða lítillátna toftamannin lýsa seg sjálvan, er tað eisini millum annað hesar dygdir, ið hann leggur dent á.

 

- Sum spælari er tað sjálvandi fyrst og fremst verjuspælið, sum er mín styrki. Mær dámar væl at fara inn í nærdystir, og eg haldi eisini at tað er her, at mín styrki liggur. Sum persónur eri niðri á jørðini, og royni ikki at gera alt ov nógv um meg.

 

Ambitiónunum hjá Áka feila einki, og hann er til reiðar at fara hart til verka, fyri at náa síni mál.

 

- Fyrst skal eg arbeiða meg inn á liðið. Eg eri greiður yvir, at her fær man einki frípass. Kappingin er hørð, men tað kann bara vera við til at menna meg. Síðani havi eg eisini ambitiónir um at koma á A-landsliðið, sigur Áki at enda.

 

Mynd: (HB.fo) Áki Johannesen