Tíðliga í morgun vann 27 ára gamli YouTuberin og boksarin Jake Paul á 58 ára gamla fyrrverandi heimsmeistaranum Mike Tyson í einum stórum pallsettum showdysti í amerikanska statinum Texas.
Jake Paul tryggjaði sær sigurin í stigum eftir átta umfør, og skoringin frá teimum báðum dómarunum í dystinum gav boð um ein greiðan sigur.
80-72 og 79-73 var úrslitið Jake Paul til fyrimuns.
Dysturin, sum varð stroymaður beinleiðis á Netflix, var upprunaliga settur at vara átta umfør á tveir minuttir hvørt, sum bæði er færri umfør og styttri varandi tíð enn vanligir yrkisbardagar.
Tað var skrúvað upp alt, tá Jake Paul og beiggi hansara Logan Paul koyrdu inn á AT&T leikvøllin í Arlington í einum grønum bili við eldi á kølarahjelminum til tónarnar frá "In the Air Tonight" hjá Phil Collins.
Lagið var helst eitt prik til Tyson, sum í filminum "Hangover in Vegas" spælir seg sjálvan og eitt skifti syngur áðurnevnda Phil Collins sangin.
Mike Tyson kom í øðrum siðbundnum stíli og gekk inn á arena við svartari, ermuleysari troyggju og einum miðvísum eygnabrái.
Tá dysturin fór í gongd, var talan um eitt lutfalsliga róligt fyrsta umfar, har eingin hevði tey stóru sløgini. Báðir royndu tó kraftmikil sløg.
Dysturin helt fram inn í annað umfar við Tyson í miðjuni á ringinum meðan Paul meira lívliga hoppaði um 58 ára gamla mótstøðumannin.
Í triðja umfari kom Tyson ágangandi út, men varð eisini skjótt møttur av fleiri sløgum frá Paul. Sløgini tykjast at rista Tyson eitt sindur og Paul tók ræðið á miðjuni á ringinum.
Næstu trý umførini hildu fram uttan nøkur stór gjøgnumbrot hjá hvørjum av teimum báðum, men framvegis var greitt, at Tyson er vorðin 58 ár og er sjálvandi langt frá sínum besta.
Í sjeynda umfari royndi Tyson aftur at koma orkufullur úr ringhorninum, men var ongastaðni nóg nær við at raka nógv yngra mótstøðumannin.
Áttanda umfar helt fram uttan at hvørgin boksarin veruliga rakti hin. Sostatt skuldi tað heila avgerast á stigum, og her var ikki stórvegis ivi um úrslitið.
Hyggja vit eftir hagtølunum fyri dystin, so var heldur ikki nógv at siga um sigurin hjá Jake Paul. Tvørtur um allan dystin hevðu Jake Paul 78 sløg. Talið hjá Tyson var 18.
Áðrenn høvuðsdystin hevði áskoðarafjøldin hitað upp við trimum øðrum dystum.
Millum annað vóru tvær av heimsins bestu kvinnuligu boksarum, Katie Taylor og Amanda Serrano, í spæli. Eftir ein harðan og sera tættan dyst, dró írska Katie Taylor longra stráið.
/Ritzau/