Seinasta avrættingin fór fram leygardagin. Her varð ein jemenskur maður avrættaður fyri at hava smuglað rúsevni til Saudiarabia.
Tey 101 avrættaðu eru næstan tríggjar ferðir so nógv sum í 2022 og 2023. Bæði árini vórðu 34 útlendingar avrættaðir.
Sambært Evropeiska-Saudiarabiska Mannarættindafelagsskapinum (ESOHR) eru ongantíð áður so nógvir útlendingar avrættaðir í einum ári í Saudi Arabia sum í 2024.
Millum teir avrættaðu útlendingarnar eru 21 pakistanar, 20 jemenar, 14 sýrar, tíggju nigerianar, níggju egyptar, átta jordanarar og sjey etioparar.
/Ritzau/