Faxe Kondi menn: H71 vann á Kyndli í Hoyvíkshøllini

H71 hevur lagt seg á odda í bólki 2

Savnsmynd

Ein dystur er í kvøld leiktur í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.

 

Í Hoyvíkshøllini tók H71 móti Kyndli. Tað eydnaðist hoyvíkingum at vinna dystin 27-22. Í steðginum var heimaliðið á odda 13-12.

 

Tá 41 minuttir vóru leiktir av dystinum var støðan javnleikur 16-16. Fýra minuttir seinni var H71 á odda 19-16, og eftir tað var H71 á odda restina av dystinum.

 

Rókur Ziskason var toppskjútti hjá H71 við 10 málum. Toppskjúttar hjá Kyndli við fimm málum hvør vóru William Skovsager og Tobias Thisen.

 

Í sama bólki tekur StÍF í morgin klokkan 16 móti Team Klaksvík í høllini á Skála.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum í Hoyvíkshøllini:

 

##med2##

 

Savnsmynd