Fólk doyggja bæði í Libanon og Ísrael

Kríggið millum Ísrael og Hizbollah hevur í dag kostað mannalív bæði í Libanon og Ísrael

Sambært Reuters eru seks libanesiskir heilsuarbeiðarar deyðir og fýra eru løstaðir í einum ísraelskum álopi har suðuri í Libanon í dag.

Á hinari síðuni eru fimm fólk deyð har norðuri í Ísrael í einum rakettálopi á bygdina, Metula.

 

Ísraelsku tíðindamiðlarnir, Haaretz og Times of Israel, vita at siga, at talan var um rakettir, sendar úr Libanon, sum raktu eitt landbúnaðarøki.

 

- Ein av teimum, sum læt lív, var ísraeli. Hini vóru útlendskir ríkisborgarar, veit ísraelska sjónvarpsrásin, Channel 12, at siga í dag.