G7-londini gera endaliga ætlanina um lán til Ukraina

G7-londini hava gjørt eina avtalu um, hvussu tey skulu senda umleið 50 milliardir amerikanskar dollarar í fíggjarligari hjálp til Ukraina.

Mynd frá fríggjadegnum, har fólk í høvuðsstaðnum í Ukraina, Kiev, hyggja at einum eldi eftir álop úr Russlandi. - Mynd: Thomas Peter/Reuters

Tað sæst í fráboðan frá leiðarunum í londunum fríggjakvøldið, skrivar Reuters.

Tær 50 milliardirnar svara til stívliga 346 milliardir danskar krónur.

Í G7-bólkinum eru Kanada, ES, Frakland, Italia, Japan, Bretland, Týskland og USA.

Milliardlánið verður veitt umvegis inntøkur frá frystum russiskum ognum.

Meira enn tveir triðingar av russisku peningunum, sum Vesturheimurin hevur fastfryst, eru í teimum 27 limalondunum í ES.

Endamálið er, at fyrsta gjaldið skal rindast til Ukraina 1. desember í ár. Alt lánið skal rindast til Ukraina við árslok 2027.

 

/Ritzau/

 

Mynd frá fríggjadegnum, har fólk í høvuðsstaðnum í Ukraina, Kiev, hyggja at einum eldi eftir álop úr Russlandi. - Mynd: Thomas Peter/Reuters