Greitt tap til Horsens móti toppliði

Maria P. Nólsoy hevur spælt seinasta dystin við Horsens undan EM-endaspælinum

Landsliðsleikarin, Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens spældu í kvøld seinasta dystin í bestu donsku hondbóltsdeildini undan EM-endaspælinum, ið byrjar seinast í hesum mánaðinum.

 

Horsens tapti á heimavølli í Forum høllini greitt 23-36 fyri toppliðnum, Ikast-Herning, ið var á odda 18-10 í steðginum. Maria legði upp til tvey mál (assist).

 

Horsens er nummar 12 og triðaftast í deildini við fýra stigum fyri níggju dystir.

 

Komandi dysturin hjá Horsens verður móti Bjerringbro á útivølli 2. januar 2025.

 

Maria fer nú saman við liðfeløgunum á landsliðnum at hugsavna seg um søguligu luttøkuna í EM-endaspælinum, har Føroyar møta Sveis, Kroatia og Danmark. Áðrenn tað eru tveir dystir móti svenska ligalandsliðnum á skránni.