Øll føroyingaliðini í fremstu svensku hondbóltsdeildunum vóru í leiki í kvøld.
Í bestu hondbóltsdeildini vunnu Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby stórsigur 33-22 (16-7) á Guif á útivølli.
Rói brendi heldur illa í kvøld. Talan gjørdist um eitt mál upp á sjey málroyndir. Rói var eisini noteraður fyri eitt upplegg (assist).
Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof vóru á útivølli móti Karlskrona fyri fjórða tapinum hetta kappingarárið. Í kvøld tapti Sävehof 31-34 (13-17).
Óli skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hann legði eisini upp til eitt mál. Ísak fekk ein málmøguleika, og hann tók av møguleikanum.
Hallby er nummar seks í deildini við 11 stigum, og Sävehof er nummar sjey í deildini við 10 stigum.
Í næstbestu deildini leiktu landsliðsmálverjin, Aleksandar Lacok og liðfelagarnir í Lugi á útivølli javnleik 25-25 (13-14) móti Tyresö.
Lugi er nummar sjey í deildini við 10 stigum.