Hallur byrjar og er liðskipari

Manslandsliðið: Miðvallarin hevur eisini fingið liðskiparabandið um armin

Mynd: (Han Erik Danielsen/FSF)

Eyðun Klakstein hevur sett liðið til dystin í dag klokkan 14 móti Norðurmakedónia. Tað líkist nógv tí, sum In.fo gevur gitt, men har er ein stór broyting. Hallur Hansson er við aftur fyri fyrstu ferð síðani juni 2022. Hann er eisini valdur til liðskipara. Tað er annars ein uppgáva, sum Viljormur Davidsen hevur røkt síðani Hallur HAnsson bleiv skaddur.

 

Fyribilslandsliðsvenjarin hevur gjørt seks broytingar. Bárður á Reynatrøð, Jann Benjaminsen, Hallur Hansson, Hanus Sørensen, Meinhard E. Olsen og Petur Knudsen eru allir nýggir á liðnum.

 

Teitur M. Gestsson er skaddur. Jóannes Kalsø Danielsen, René Shaki Joensen, Adrian Justinussen, Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð byrja á bonkinum hesaferð.

 

(Føroyar 5-4-1): Bárður á Reynatrøð – Jann Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Brandur Hendriksson, Hanus Sørensen, Meinhard E. Olsen – Petur Knudsen

 

##med2##

 

Mynd: (Han Erik Danielsen/FSF)