Fleiri enn 70 fólk hava latið lív í ísraelskum álopi

Sambært almennu palestinsku myndugleikunum eru fleiri av teimum deyðu kvinnur og børn

Eitt ísraelskt loftálop á ein íbúðarbygning í býnum Beit Lahiya har norðuri í Gazageiranum hevur kostað fleiri enn 70 fólkum lívið.

 

Tað upplýsa almennu myndugleikarnir í Gaza, sum siga, at bygningurin er lagdur í oyði. 

 

Sagt verður, at seks palestinskar familjur búðu í bygninginum, harav 26 fólk eru funnin deyð í leivdunum, og í minsta lagi 59 framvegis eru saknað.

 

Palestinska verjan sigur, at umleið 70 fólk vóru í bygninginum, tá hann varð álopin við rakettum.

 

- Fleiri av teimum deyðu eru sambært palestinsku myndugleikunum kvinnur og børn, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.