Føroyska manslandsliðið vandi í gjár á venjingarstøðini hjá armenska fótbóltssambandinum í Jerevan í Armenia. Tað var um frostmarkið, men umstøðurnar at venja vóru góðar. Tó fór sprinklaraskipanin í gongd mitt undir venjingini, men tað bleiv loyst upp á fáar minuttir.
Føroyar spæla móti Armenia í morgin klokkan 17 í Nations League. Føroyar eru nummar fýra í bólkinum við trimum stigum, sum øll eru komin við javnleikum á heimavølli. Føroyar skulu helst hava fleiri stig á hesi ferðini, sum eisini telur ein túr til Norðurmakedónia, um vit ikki skulu koma í niðurflytingarvanda.
Føroyar vóru bara nakaar fáar minuttir frá at vinna á Armenia á Tórsvølli, men væntandi verður tað ein øðrvísi uppgáva í kuldanum í Jerevan í morgin.
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen eru fyribils landsliðsvenjarar. Her eru nakrar myndir frá venjingini í gjár, sum Hans Erik Danielsen hevur tikið fyri Fótbóltssambandið.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##ms##