Næmingatalið í Havn fer at vaksa

Sambært greiningum hjá Tórshavnar kommunu fer samlaða næmingatalið í kommununi at vaksa næstu árini.

 

Hetta skrivar Skúlablaðið á netinum.

 

Tað merkir, at trýstið á skúlarnar verður størri. Tí hevur kommunan longu sett sær fyri at kanna, hvar ein møguligur nýggjur skúli einaferð í framtíðini kann byggjast. Fleiri útstykkingar verða í løtuni gjørdar á Argjum og undir Gráasteini í Havn, men talan er fyri tað mesta um útstykkingar til sethús og íbúðarbygging. Størsta útstykkingin er í Hoyvíkshaganum oman fyri Dýrindalsgøtu og við økið við Tjarnir, har nýggja stórhøllin verður bygd. Tí er tað ikki óhugsandi, at ein nýggjur skúli í framtíðini verður bygdur í Hoyvík, har tveir skúlar eru frammanundan, Hoyvíkar skúli og skúlin við Løgmannabreyt.

 

Men enn er talan bara tankar um eina framtíðar verkætlan, sum ikki hevur verið fyri í býráðnum. Tað er býráðið, sum í síðsta enda skal taka støðu til verkætlanina, og tí er tað ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um hesa verkætlanina, sigur Heini Gaard, leiðari á Mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu.

 

Hann leggur tó dent á, at ein møguligur triði skúli í Hoyvík hevði latið upp fyri fleiri møguleikum og samansetingum. Til dømis ber til at ímynda sær eina grunddeild í Hoyvíkar skúla, miðdeild í skúlanum við Løgmannabreyt og hádeild í spildurnýggjum skúla longri uppi í Hoyvíkshaganum.

 

Men enn er alt bara tankar. Og skal bygnaðurin fyri skúlaøkið í Tórshavnar kommunu broytast, krevst játtandi svar frá landsmyndugleikunum, ið varða av skúlaøkinum.

 

Í løtuni liggja hvørki aðrar ný- ella um- og útbyggingar á skúlaøkinum í Tórshavnar kommunu í kortunum enn at byggja nýggjan skúla fyri núverandi Hoyvíkar skúla, sigur hann.

 

Nýggja hádeildin í Sankta Frans skúla er liðug og varð tikin í nýtslu við skúlaársbyrjan í august. Tað merkir, at tørvurin á hádeild í løtuni er nøktaður, skrivar Skúlablaðið á netinum og er hetta brot úr longri samrøðu í blaðútgávuni av Skúlablaðnum.