Stjarnan og Afturelding vunnu

Liðið hjá Sveini Olafssyni og Halli Arasyni er næstfremst í Íslandi

Jóhannes Bjørgvin og Stjarnan vunnu á heimavølli

Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld.

 

Tað eydnaðist Jóhannes Bjørgvin og liðfeløgunum í Stjörnuni at vinna 38-33 á ÍR á heimavølli. Í steðginum var Stjarnan á odda 18-17. 

 

Jóhannes skoraði fýra mál.

 

Afturelding við Sveini Olafssyni, men uttan Hall Arason vann á útivølli 30-24 á Fjölnir. Í steðginum var Afturelding á odda 14-12. Sveinur var noteraður fyri eitt mál.

 

Í annaðkvøld klokkan 19.30 hava Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali heimadyst móti HK.

 

Støðan:

 

Nr.Lið: DystirVJTmálmunur+/-Stig
1FH10712291:2662515
2Afturelding10712323:2794415
3Fram10613328:3022613
4Valur9522284:2651912
5ÍBV10514319:314511
6Haukar9423277:2581910
7Stjarnan10424282:285-310
8Grótta9414258:25539
9Fjölnir10307268:320-526
10KA10217274:325-515
11HK9216268:273-55
12ÍR10217316:346-305

Jóhannes Bjørgvin og Stjarnan vunnu á heimavølli