Viljormur er tryggur frá ellivu metrum

Manslandsliðið: Hetta var fimtu ferð, at Viljormur Davidsen skorar upp á brotsspark fyri landsliðið

Viljormur Davidsen var ísakaldur, tá hann umsettið brotssparkið móti Armenia til mál. Hetta skuldi vísa seg at verða einasta málið í dystinum og Føroyar hava nú tryggjað sær plássið í deild C.

 

Fyri Viljorm Davidsen var talan um sætta málið fyri manslandsliðið og tað fimta upp á brotsspark. Hann skoraði tað fyrsta móti Rumenia í 2019. Føroyar taptu 4-1 og vinstri bakkurin minkaði um munin til 3-1.

 

Tvey ár seinni skoraði hann eisini upp á brotsspark. Hesa ferð í venjingardysti móti Liktenstein í 2021. Føroyar vunnu 5-1. Viljormur átti krúlluna á sigrinum við fimta málinum.

 

Í 2022 skoraði hann tvær ferðir í Nations League. Fyrst í 2-1 sigrinum á Litava á Tórsvølli, har hann javnaði upp á brotsspark, og síðani kom einasta málið í opnum spæli. Tað var móti Turkalandi á Tórsvølli, tá Føroyar vunnu 2-1. Vinstri bakkurin legði Føroyar á odda.

 

Í ár hevur Viljormur Davidsen eisini skorað tvey mál. Eitt í 1-1 javnleikinum móti Norðurmakedonina á Tórsvølli og síðani sigurmálið í dag. Føroyar spæla sunnudagin móti Norðurmakedónia í seinasta dystinum í Nations League á hesum sinni.