Tað vóru tvey uppskot til nýggjan borgarstjóra í Tórshavnar býráð, tá nýggja býráðið skipaði seg fyri løtu síðani. Heðin Mortensen skeyt upp vegna nýggja meirilutan, Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Borgaralistan, at velja Elsu Berg úr Tjóðveldi til borgarstjóra.
Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum skeyt upp vegna Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Kommunulistan, at velja Trónd Sigurðsson til borgarstjóra.
Valið fall á Elsu Berg, sum fekk tær 8 atkvøðurnar, sum nýggja samgongan hevur. Tróndur Sigurðsson fekk tær 5 atkvøðurnar hjá nýggja minnilutanum í býráðnum.
Eisini varð einmælt samtykt at velja Heðin Mortensen til 1. varaborgarstjóra og Trónd Sigurðsson til 2. varaborgarstjóra.
Nýggja býráðið tekur við 1. januar. Til ta tíð situr gamla býráðið við Heðini Mortensen sum borgarstjóra.
Næsti býráðsfundur, og eisini seinasta býráðsfundur hjá fráfarandi býráð verður 12. desember.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
##med32##
##med33##
##med34##