Eftir seinasta býráðsval í Klaksvík hendi tað margháttliga, at krútsterki Fólkaflokkurin, sum bara vantaði eitt umboð í at bava meiriluta í Klaksvíkar býráð, ikki megnaði at finna ein borgarstjóra millum tey fimm, sum vórðu vald í býráðið. Tí fóru tey eftir einasta umboðnum hjá Sambandsflokkinum, Karl Johansen, sum tá var nývaldur í býráðið.
Nú ljóðar, at allir hinir flokkarnir eru farnir at samráðst uttan um Fólkaflokkin. Tað sum liggur í kortinum er, at Karl Johansen heldur fram sum borgarstjóri. Flokkur hanara, Sambandsflokkurin hevur styrkt sína støðu við at fáa ein býráðslim valdan afturat. Sambandsflokkurin er nú næststørsti flokkur í Klaksvíkar býráð.
Saman við Tjóðveldinum, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrinum er meiriluti í Klaksíkar býráð, og sum skilst, er tað hesum, sum nú verður arbeitt við.
##med2##