Nýtt spælipláss í Sørvági

Tað var sannur hátíðardámur í skúlanum í gjár, tá nýggja spæliplássið, í skúlagarðinum í Sørvági, varð tikið í nýtslu

At fáa eitt spæipláss í skúlanum hevur leingi verið eitt ynski, og longu í áttatiárunum vóru røddir frammi um at fáa okkurt til børnini.

Í dag upprann so dagurin tá hetta gjørdist veruleiki. Børnini vóru sum vera man, bæði spent og glað fyri hetta nýbrot. Byrjað varð við morgunsangi og so bar borgarstjórin, Eyð Ellingsgaard, fram nøkur orð.

Eftir hetta fekk formaðurin í trivnaðarnevndini, Jóhan Mikkelsen, orðið. Hann greiddi frá tilgongdini í málinum, og til nú tá úrslitið gjørdist veruleiki.

Eisini Skúlastjórin, Dania Niclasen, segði nøkur orð.