ØKISTÓNAR: 2. umsóknarrunda

Tíðindaskriv

Tíðindaskriv:

 

Økistónar, stuðulsskipanin til føroyskar konsertfyriskiparar fór av bakkastokki í summar í fyrsta skeiðið fingu 35 fyriskiparar játtaðan stuðul, umboðandi 21 ymisk spælistøð kring allar Føroyar. 

 

Samanlagt varð søkt um gott og væl tríggjar ferðir størri upphædd enn tær 380.000 krónurnar, sum vóru í puljuni til seinasta ársfjórðing í 2024. 

 

Bæði kendir og nýggir aktørar hava víst áhuga fyri at skapa meira tónleikaligt virksemi. Sostatt kunnu vit longu í fyrstu royndartíðini vísa á, at Økistónar gera mun.

 

Frá fyrsta skeiðið eru heilar 62 konsertir komnar á skrá í tíðarskeiðinum 1.oktobur til 1.januar.

 

– Nú eru tvær vikur til umsóknarfreistin fellur til 2.skeið (1.desembur) og tað er okkara ynski at fáa kunningina út til allar fyriskiparar, kring alt landið. Tískil høvdu vit verið takksom fyri alla hjálp tit kunnu veita, at miðla hetta út til føroyskar fyriskiparar í øllum krókum av landinum, siga fyriskipararnir.

 

Umsóknarportalurin er her