Rok um borgarstjóran í Vági

Nú ljóðar, at Bjarni Johansen hevur kastað saman við Tjóðveldi fyri at halda fram sum borgarstjóri

Dimmalætting skrivar í kvøld, at Levi Mørk ikki verður borgarstjóri í Vági kortini. Tað er tí, at sitandi borgarstjórin fyri Javnaðarflokkin, Bjarni Johansen, ikki vil skriva undir semjuna, sum er gjørd millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um at halda fram við samgongusamstarvinum í Vágs býráð.

 

Í hesum samgongusamstarvi hevur Bjarni Johansen verið borgarstjóri seinastu fýra árini umboðandi Javnaðarflokkin. Á valinum í 2020 fekk Bjarni Johansen 80 atkvøður og Levi Mørk 65. Men hesaferð er vent í holuni, tí nú fekk Levi Mørk 131 atkøvður og Bjarni Johansen 108.

 

Tí stóð Levi Mørk til at gerast borgarstjóri.

 

– Levi Mørk følir seg stungnan í ryggin, tí verandi borgarstjóri, Bjarni Johansen, vil ikki skriva undir semjuna ímillum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, skrivar Dimmalætting í kvøld.

 

Lesið eisini: Levi verður ikki borgarstjóri í Vági kortini

 

Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum vátta báðir fyri Dimmalætting, at Bjarni Johansen ikki vil skriva undir semjuna. Bjarni Johansen hevur ikki verið at hitt.

 

Sambært Dimmalætting liggur nú á ljóði, at Bjarni Johansen hevur kasta saman við Tjóðveldi í Vágs býráð, sum hevur 3 av 7 sessum – og saman við Bjarna Johansen úr Javnaðarflokkinum hevur meirilutan í Vágs býráð.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Valúrslitið í Vági á kommunuvalinum fyri fýra árum síðani