Helgi er eisini kvikmeistari

Helgi Dam Ziska eigur nú aftur FM-heitini í ávikavíst snartalvi og kviktalvi. Í fjør fóru brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen avstað við FM-sigrunum, men nú tók stórmeistarin revansju. FM-kappingin í kviktalvi var í dag í húsinum hjá Tofta Talvfelag. Har varð í gjár kappast í snartalvi.

Helgi Dam Ziska - vann FM-heitið í bæði snar- og kviktelving um vikuskiftið.

Tíðindaskriv

 

Kappingin var kortini ógvuliga hørð í dag millum Helga og Høgna. Teir telvaðu javnt sínamillum og vunnu hvørt talvið í hinum átta umførunum. Tað kom tí at standa á jøvnum teirra millum, báðir fingu 8½ stig í part. Men eftir fínteljing vann Helgi. Hann hevði munin í mótstøðustigum. Tað er, at hansara mótstøðumenn fingu heldur fleiri stig í kappingini samanlagt enn mótstøðumenninir hjá Høgna. Reglurnar áseta ikki umdyst, stendur á jøvnum í stigum millum fremstu telvararnar. Tað hevði annars verið spennandi at sæð okkara bestu telvarar í einum umdysti.

 

Í alt 32 telvarar vóru við í kvikkappingini í dag. Teir fremstu tíggju vóru hesir:

 

FM kvik 2024

 

1 Helgi Dam Ziska, 8½

2 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 8½

3 Luitjen Akselsson Apol, HT 7

4 Jón í Horni Nielsen, ST 5½

5 Heiðrikur Jacobsen, HT 5½

6 Elias Petersen, HT 5½

7 Rókur Davidsen, KTF 5½

8 Petur G. Magnussen, HT 5½

9 Margar Berg, HT 5½

10 Brestir Samuelsen, HT 5½

 

32 í alt

 

Í kviktalvi hava telvararnir tíggju minuttir hvør til talvið umframt fimm sekund fyri hvønn leik. Í snartalvi eru tríggir minuttir í part umframt tvey sekund fyri leikin. FM í snartalvi hevur verið síðani 1980, men kviktelvingin kom ikki fyrr enn í 2019. Helgi og Høgni eru teir einastu, sum hava vunnið FM-heitið í kviktalvi, og í dag vóru teir so javnir sum ongantíð fyrr.

 


FM í kviktalvi 2019 - 2024

 

2019 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

2020 Helgi Dam Ziska, HT

2021 Helgi Dam Ziska, HT

2022 Helgi Dam Ziska, HT

2023 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

2024 Helgi Dam Ziska, HT

 

Helgi Dam Ziska - vann FM-heitið í bæði snar- og kviktelving um vikuskiftið.