Sambandsflokkurin, sum hevur havt borgarstjóran seinasta valskeiðið í Klaksvík hevur vunnið ein sess afturat í Klaksvíkar býráð, um ikki tað er fyrstu ferð í søguni, og er tað í øllum førum fyrstu ferð í mong ár, at Sambandsflokkurin hevur klárað seg so væl á einum býráðsvali í Klaksvík.
Aðrar broytingar eru, at Javnaðarflokkurin missir annan sessin, Tjóðveldi fær ein og hevur nú tveir, og at sjálvstýri eisini missir annan sessin.