Sandnes flytur sannlíkt niður - Mjøndalen kann enn bjarga plássinum

Føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini fingu bert eitt stig í kvøld

Sandnes ULF má sannlíkt ta tungu leiðina niður í triðbestu norsku fótbóltsdeildina.

 

Gullbrandur Øregaard var við frá dystarbyrjan, tá Sandnes á heimavølli tapti 0-1 fyri Lyn Oslo. Lyn skoraði sigursmálið í 83. minutti.

 

Sandnes er langt aftast í næstbestu deildini við bert 17 stigum fyri 27 dystir. Teir hava bert tríggjar dystir eftir at spæla, og tað eru níggju stig upp til triðaftasta liðið, Levangar sum hevur 26 stig. Harumframt hevur Sandnes ein málmun uppá minus 44 mál, so tað sær ógvuliga svart út hjá Gullbrandi og liðfeløgunum.

 

Meinhard E. Olsen var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen á heimavølli leiktu javnleik 0-0 móti Sogndal.

 

Mjøndalen er næstaftast í deildini við 25 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri Levanger. Tvey tey aftastu liðini flyta beinleiðis niður í triðbestu deildina aftaná lokna kapping. Liðið sum endar triðaftast skal spæla tveir Play Off dystir móti einum liði úr triðbestu deildini.

 

Komandi leygardag klokkan 15 spælir Sandnes móti Levanger á útivølli. Sama dag klokkan 13 spælir Mjøndalen dyst á útivølli móti Egersund.