Sjónleikarin Bent Mejding er deyður

Tað skrivar kona hansara, Susse Wold, á Instagram

- Mín elskaða Bent er deyður av svárari lungnabruna, skrivar hon.

 

Bent Mejding var kendur sum sjónleikari og leikstjóri. Hannhevur fleiri ferðir fingið virðislønir, stuðul og heiðursmerki sum viðurkenning fyri hansara týdning fyri mentanarlívið. Síðani 1995 var hann riddari á Dannebrog.

 

Hann hevur spælt við í fleiri filmum eitt nú Tro, Håb og Kærlighed, Drømmen og Olsen Banden, men hann er helst kendur fyri sín leiklut í sjónvarpsrøðini, Matador, har hann spældi Jørgen Varnæs. Í røðini gekk hann saman við Birgitte Graa, sum Susse Wold spældi, og tey bæði blivu seinni gift í 1983.

 

Bent Mejding var 87 ára gamal