Tað er tíðindafundur á tjóðarleikvøllunum hjá Armenia. Meðan armenska landsliðið venur á vøllinum hevur føroyska landsliðið tíðindafund. Venjingin hjá føroyska liðnum verður klokkan 16.
Fyrsti spurningurin var til Eyðun Klakstein. Armenar vilja vita hvussu tað ber til, at føroyskur fótbóltur hevur klárað seg so væl í altjóða fótbólti seinastu tíggju árini.
- Eg fari at byrja við at siga, at tað er gott at vera aftur í Aremina. Eg var her í septembur í fjør við U21-landsliðnum. Vit vunnu 3-2 á Hvítarusslandi í nógvum hita, segði Eyðun Klakstein. Síðani gjøgnumgekk hann nøkur av tøkunum, sum føroyskur fótbóltur hevur tikið seinastu tíggju árini.
Síðani var ein spurningur um hvussu Eyðun Klakstein ætlar at Føroyar skulu vinna.
- Eg haldi at bæði Føroyar og Armenia eru í nøkunlunda somu støðu. Tað er eitt stig á muni og bæði liðini hava fyribilsvenjara. Vit skulu standa saman og stríðast í felag, segði Eyðun Klakstein.
Síðani blivu Eyðun Klakstein og Brandur Hendriksson spurdir um armenska landsliðið.
- Eg spældi móti teimum seinast og teir eru góðir spælarar, so tað verður spennandi, segði Brandur.
- Eg vænti, at hetta verður ein dystur millum tvey sløg av fótbólti. Armenia er eitt gott teknsikt lið, meðan vit spæla eitt sindur øðrvísi. Armenia kundi havt fingið fleiri stig í bólkinum, so hetta verður ein spennandi dystur.
Agnar Prestá (Portal.fo): Nú er tað ongin loyna at tit ætla at spæla við trimum miðverjum. Hvat eru fyrimunir við tí?
- Armenia og Norðurmakedónia dáma væl at leypa á mitt fyri. Tað kann ljóða verjukent, men tað loysir eisini upp fyri at miðvallarar kunnu fara meira framvið. Vit hava ein fjølbroyttan hóp og kunnu spæla upp á fleiri mátar, segði Eyðun Klakstein.
Vanliga eru teir, sum byrja inni, við á tíðindafundi. Seinast bleiv Brandur Hendriksson útskiftur eftir ein tíma móti Lettlandi og føroyska spælið gekk illa aftaná. So er spurningur hvussu leingi Brandur kann spæla og um hann byrjar inni.
- Eg byrjar við at siga, at eg havi ikki biðið um at verða her til tíðindafundin, segði Brandur brosandi fyrst.
- Hesa ferð er øðrvívi. Seinast hevði eg verið úti 6 til 8 vikur við skaða. Hesa ferð komi frá at hava byrja inni og fingið nøkur góð innhopp. Eg kann spæla 90 minuttir, um tað bruk fyri tí, sigur Brandur Hendriksson.
Síðani bleiv Eyðun Klakstein spurdur um støðuna hjá Halli Hansson og um hann hevði sett liðið?
- Um vit fóru út nú, so hevði eg eitt lið. Vit hava eitt ivamál ella tvey, emn vit hava eisini svar upp á tey ivamálini. Hallur fór út í gjár og venur fyri seg sjálvan í dag. Um hann ikki verður við, so havi eg eitt svar til tað, sigur Eyðun Klakstein.
Føroyar spæla móti Nations League í morgin klokkan 17.