”Vit vinna upp á føroyska mátan”

Tað segði Eyðun Klakstein eftir dystin móti Armenia í dag

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Eyðun Klakstein í Armenia

Føroyar hava í dag vunnið 1-0 á Armenia á Republica Stadion í Jerevan. Við sigrinum eru Føroyar nú nummar tvey í Nations League bólkinum. Fyribilsvenjari er Eyðun Klakstein, og hann var ein glaður venjari eftir dystin.

 

- Vit vunnu upp á tann føroyska mátan, og tað var ein sera góð kensla at síggja spælararnar tveita seg og ofra seg fult og heilt, segði landsliðsvenjarin eftir dystin við KVF.

 

Føroyska liðið byrjaði væl og tað gekk rímiliga javnt á í fyrra hálvleiki. Tá 33. minuttir vóru spældir bleiv Brandur Hendriksson feldur í brotsteiginum. Viljormur Davidsen umsetti brotssparkið til eina 1-0 leiðslu. Síðani gekk illa at halda fast í bóltinum.

 

- Vit spældu lítið, og vit megnaðu ikki at hava tamarhald á bóltinum og spælinum. Tað gjørdi at tað vóru ov nógvar støður í okkara brotsteigi, men tað var sjáldan, at talan var um upplagdar málmøguleikar, og so bjargaði Teitur Matras Gestsson væl, tá teir skutu útifrá, segur Eyðun Klakstein.

 

Landsliðvenjarin var eisini fegin um at verjuparturin helt skap  og at liði helst seg til avtalurnar. Í morgin gongur leiðin til Norðurmakedónia, sum longu hevur vunnið dystin.

 

- Tá tá hava vit møguleika at vinna trý stig aftrat og í hvussu so er at sleppa undan at flyta niður, segði landsliðsvenjarin.

 

Tann seinasta partin, um at sleppa undan niðurflyting, skal Eyðun Klakstein ikki hugsa um. Norðurmakedónia vann í dag 1-0 á Lettlandi, og tí hevur Føroyar tryggjað sær plássið í deild C. Føroyar hava seks stig, meðan Armenia og Lettland, sum møtast í seinasta umfarinum, hava fýra stig í part.

 

Eyðun Klakstein er tann fjórða fyribilsloysin, sum føroyska manslandsliðið hevur roynt í tíðini, eftir at Føroyar kom upp í altjóða fótbólt. Undan honum hava venjarapørini Jógvan Norðbú og Jóhan Nielsen, og Heðin Askham og Jens Martin Knudsen, umframt Jógvan Martin Olsen roynt leiklutin.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Eyðun Klakstein í Armenia