Seinnapartin klokkan 14 spælir føroyska landsliðið seinasta dystin í bólki 4 í Nations League Deild C.
Dysturin verður leiktur í Skopje móti Norðurmakedonia, ið hevur 13 stig og hevur longu vunnið bólkin.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Føroyar eru nummar tvey við seks stigum, Armenia hevur fýra stig og Lettland hevur eisini fýra stig.
Lettland og Armenia spæla í Riga, seinnapartin klokkan 14, samstundis sum okkara spæla móti Norðurmakedonia í Skopje. Tí kann í ringasta føri bert annað av Lettlandi og Armenia yvirhála Føroyar á stigatalvuni. So Føroyar enda í ringasta føri á næstaftasta plássinum.
Um Føroyar fáa stig móti Norðurmakedonia kunnu vit enda næstovast í bólkinum, og vit enda eisini næstovast um dysturin millum Lettland og Armenia endar við javnleiki. Við sigri enda Føroyar við vissu næstfremst í bólkinum.
Enda okkara næstfremst í bólkinum sleppa Føroyar at spæla um uppflyting til bólk B.
Tá Føroyar og Norðurmakedonia hittust á Tórsvølli 7. september endaði dysturin við javnleiki 1-1. 27. mars í fjør vann Norðurmakedonia í einum venjingardysti 1-0 á Føroyum í Skopje.
Norðurmakedonia hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á heimasigur til Norðurmakedonia eru 1,52.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,96.
Miðaloddsini upp á útisigur til Føroyar eru 6,69.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##