Saknaðu orðabøkur úr fremmandum máli

Tað er ein góð sið­venja at minn­ast stór­ar dagar í søg­uni. Á Føroya Stud­ent­a­skúla hildu vit tí í des­ember 1988 hundr­að ára dagin fyri jól­a­fund­in í 1888, tá kvinn­ur og menn komu sam­an fyri at gera nak­a­ð fyri før­oyska mál­ið. Vit hildu, at fram­veg­is lá ov nógv á láni

Zakarias Wang skrivar um arbeiðið at gera orðabøkur

Serliga saknaðu vit orð­a­bøk­ur úr fremm­and­um mál­um til før­oyskt. All­ir næm­­ing­­a­r­nir noyddust at stríð­­ast við at sláa upp í orð­a­bøk­ur­nar hjá Gyld­en­dal fyri so at gita, hvussu danska orðið æt á før­oysk­um.

 

Sum vit prát­aðu, komu vit fram til, at vit kundu royna at venda okk­um til Gyl­d­endal at bjóða okk­um til at keypa teirra for­rit og týða donsku orð­ing­ar­nar til før­oyskt, so tað fór at vera lættari hjá næm­ing­u­num at finna fram til røttu føroysku orð­ini. Tað fall so í mín lut at ringja frá lærarastovuni í Hoy­døl­um at bera hesi ør­indi fram fyri stjóranum á orða­bók­a­deild­ini hjá hesum danska for­lag­num.

 

Fekk forritið við sær á diskettum

 

Stjórin segði, at hetta var van­ligt fo­r­lags­virk­semi. Júst í hes­um døgum vóru teir í holt við at selja eitt for­rit til Finn­lands, har finnar skuldu gera akku­rát tað sama, sum vit spurdu um. Síð­­an høvdu vit samskifti við hvønn annan, men tað gekk spak­u­liga.

 

Um heystið 1989 skuldi eg fara til USA. Leiðin gekk um Keyp­mann­ahavn, og eg boð­aði orða­bóka­stjór­a­num hjá Gyldendal frá, at eg fór at støkka inn á gólvið hjá hon­um, og hann segði, at eg var væl­kom­in. Tá skriv­aði hann sáttmálar við okk­um um ensk­ar og týskar orða­bøkur og legði forritini inn á dis­kett­ur. Hesar fekk eg við mær, og kom alt væl fram eft­ir at hava verið í Amerika. Hann fekk eisini pengarnar, 15.000 krón­ur fyri tað enska for­­ritið og 10.000 fyri tað týska.

 

Zakarias skuldi standa fyri útgávuni

 

So var at fara í gongd við fyrst at gera ta ensku orð­a­bókina. Tíbetur vóru mill­um lærararnar á Stud­ent­a­skúl­a­num tvær eldsálir, Jonhard Mikk­el­sen og Annfinnur í Skála. Teir gjørdu tað bragd at týða hvør sína helvt av bók­ini skúlaárið 1990-91, men treyt­aðu sær, at eg skuldi standa fyri útgávuni og her­undir rætt­lestr­i­num.

 

Eitt, sum fall í mín lut, var at finna fram til yrk­is­orð. Her mátti eg leita mær ráð frá ser­frøð­ing­um, sum eru nevnd­ir í for­orð­inum. Her kom Sigga Ras­mussen at fáa ó­met­a­lig­an týdning. Hon er plant­u­frøð­ing­ur, og hon segði, at tá vit nú gjørdu eina stóra orð­a­bók frá enskum til før­oyskt, so skuldu vit minn­ast til, at í øllum mál­um verð­ur ans­að eft­ir, at teirra størsta orðabók hev­ur lat­ínsku frøð­i­heit­ini, tí so ber til at siga við vissu, hvør planta ella hvat dýr tal­an er um. Serliga stóran týdn­ing hevði tað, at hon fekk okkum at leggja inn øll før­oysku plantu-, dýra- og fugl­a­nøvn­ini. Har­við gjørdist okkara enska-føroyska orðabók væl betr­i fyri okkum enn nøk­ur av teimum útlendsku. Vit dugdu eisini at síggja, at var støð­ið lagt so væl, fór at vera lættari at halda fram við at gera orðabøkur frá øðr­um málum.

 

Tað vóru minn­iligir dag­ar, ið eg sat sam­an við smiðinum Ol­iv­er S. Thom­sen, sum heima í Sand­vík hevði lært hand­verkið frá pápa sín­um og dugdi øll tey før­oysku heitini fyri tey donsku, sum stóðu í okkara for­riti. Somuleiðis at fáa høvi til at tosa við Árna Ol­sen um læknaorð, fyri ikki um at tala samrøðurnar við Sig­­urð Joensen um lista hans­­ara við løgfrøðiheitum. Nógv orð høvdu við prent­ing at gera, og har kom væl við at kenna Oskar Her­manns­­son, sum dugdi øll før­­oysku heitini í hesum edla hand­verki.

 

Enska-føroyska orða­bók­in kom út 27. mai 1992.

 

Føroyingar tóku hana til sín, og takksemið var ó­trú­ligt. Hetta gav dirvi til at halda fram.

 

Kreppan gjørdi at tað bleiv lítil jólasøla

 

Høvdu vit hugsað um at selt nógv­ar bøkur, høvdu vit sjálv­andi bíðað við at fingið hana út til í oktober fyri at fáa jóla­søl­u­na við, men vit hildu, at tað, sum mest ráddi um, var, at næm­ing­ar­nir, sum skuldu nýta bókina skúla­ár­ið 1992, kundu fáa hana eftir summarfrítíðina, og tí skund­aðu vit okkum at koma út við henni á vári 1992. Tað, vit ikki vistu, var, at 6. oktober 1992 vóru Føro­yar raktar av størstu kreppu nakrantíð. Tí var lítil jóla­søla hetta ár.

 

Eldsálin Kári Davidsen

 

Hóast tað var tað ein onn­ur eldsál, sum sáttliga ar­beiddi við tí týsku orða­bóki­ni. Her var talan um okkara starvs­fel­aga Kára Davidsen, sum fyrst týddi alt forritið hjá Gyld­en­dal við seksti tús­und orðum og síðani helt fram og økti orðfeingið, til hann nærk­að­ist 200.000. Men sum fíggj­ar­støð­an var um hetta mundið, var ikki hugs­ing­ur um at fáa hetta mikla verk prentað. Ætl­an­in um at fáa prent­að orð­a­bøk­ur við 60.000 orð­um á fremm­and­a­mál­um sum latíni, grikskum og he­brai­sk­um datt tískil niðurfyri, so tað fram­vegis er torført hjá okk­um at lesa halgu skriftir okk­ara á upp­runa­mál­u­num.

 

Føroysku týðingarnar verið mongum hentar

 

Jonhard Mikkelsen og Ann­finn­ur í Skála góvust tó ikki so, og vit fóru undir at gera eina danska-føroyska orða­bók eftir sama leisti sum ta ensku. Tá høvdu vit tað hepni at fáa ein starvs­fel­a­ga afturat upp í toym­ið.

 

Her var talan um enn eina eld­sál, ta donsku Hanne Jac­ob­sen, sum hevði fest rót í Før­oyum og hevði lært seg før­oyskt til lítar. Hon ansaði eft­ir, at øll tey donsku heitini vóru røtt. Nógv ivamál eru í dansk­ari rættskriving, so tað kom væl við at fáa ein so góð­an dansk­an mál­frøð­ing sum hana at leggja okkum lag á. Her fingu vit tí eina frá­líka danska orðabók, og før­oysku týðingarnar hava ver­ið mongum hentar.

 

Nú er orðabókin í telefonini

 

Um hetta mundið tók al­netið seg fram, og hes­ar orða­bøk­ur eru nú – ser­liga hegn­is­mann­i­num stjór­an­um á Sprotanum  Jonhardi Mikk­el­sen fyri  at takka – at finna á netinum. Har er eis­ini tann stóra týska orð­a­bókin og fleiri aðrar at finn­a uttan brúkaragjald. Tað ber við sær, at fólk um all­an heim, tá tey síggja ein før­oys­kan tekst, sjálvi kunnu leita fram, hvussu føroysku orð­ini kunnu sigast á sínum egna máli. Nú hevur hvørt skúl­a­barn fartelefon, og ivast tey í einum orði, so sláa tey tað upp og hava svar­ið beinanvegin. Tað er sann­iliga hugaligt hjá ein­um abba at hava verið upp­i í at gjørt nakað, sum abb­a­børn­ini fáa bæði gagn og gleði av.

 

Eg skal nýta høvið at takk­a øllum teimum, sum hava sam­starv­að í hesum verki. Væl­vildin hevur ver­ið ó­trúlig bæði frá starv­s­fel­øg­um, stuðl­um, keyp­ar­um og øll­um teimum, sum hava hjálpt okk­um í iva­mál­um. Her er eitt ítøkiligt dømi um, at vit føroyingar kunnu út­inna tað ótrúliga við at gera tað, sum vit settu okk­um fyri í 1888: At halda sam­an, so vit kunnu ganga fram í øllum lutum og gerast sjálv­bjarg­in.

 

 

 

Zakarias Wang

 

Zakarias Wang skrivar um arbeiðið at gera orðabøkur