3000 doyðu tí tey fingu smittað blóð í Bretlandi

- Hetta er ein skemdardagur fyri bretska statin, sigur forsætisráðharrin, Rishi Sunak.

Ein nýggj granskingarfrágreiðing vísir, at fleiri enn 30.000 fólk fingu blóð á bretskum sjúkrahúsum árini millum 1970 og 1991, sum var smittað við virus, eitt nú hiv og hepatitis, sum er livrabruni.

 

Hetta skrivar tíðindastovan, NTB, og tað er eitt nú norska kringvarpið - NRK - ið endurgevur granskingarfrágreiðingina, sum telur ikki færri enn 2500 síður.

 

Av teimum fleiri enn 30.000, sum fingu smittað blóð, doyðu 3000 fólk.

 

Sagt verður, at bretska heilsuverkið og tey ráðandi hava roynt at krógvað henda veruleika, verður sagt í granskingarfrágreiðingini.

Bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, sigur í einari viðmerking sambært tíðindastovuni Reuters, at dagurin, nú henda kanning er avdúkað, er ein skemdardagur fyri bretska statin.

 

- Eg harmist ómetaliga nógv um hetta, sum er hent, sigur Rishi Sunak sambært Reuters.