41 fráboðanir um stormskaðar

Tað er serliga í Sandavági, at nógvar fráboðanir eru komnar

Vaktleiðarin á politistøðin í Havn sigur, at tey higartil hava fingið 41 fráboðanir um stormskaðar, og av teimum 41 eru 14 komnar úr Sandavági, har støðan er serliga ring, sum vit skrivaðu um fyri løtu síðani. Ein tekja er rivin av húsum í Steigarbrekku, so takplátur og byggitillfar hevur fokið í vindinum og rakt onnur hús, sum uttan iva hava fingið onkran skaða av tíð.

Vaktleiðarin sigur, at tað ikki eru so nógva fráboðani norðanfyri, men í Klaksvík var ein um ein koppaðan vøruvogn og ein um, at takið fór at ríva á umlættingarheiminum. Hann sigur, at millum klokkan 03 og 05 var rættiliga keðiligt veður norðanfyri.

Hóast boðini um at halda seg innandura bert eru galdandi fyri Sandavág, so heitir vaktleiðarin á fólk annars, sum fara út fyri dyr, at brúka vit og skil.