Góðar 22 milliónir í endurgjaldi til skipasmíð

Søkt er um 12,8 milliónir krónur í endurgjaldi til nýbygging av einum frystitrolara

Í tilfarinum hjá fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sum arbeiðir við fíggjarlógini fyri næsta ár, hevur nevndin spurt Uttanríkis- og vinnumálaráðið, hvat væntast kann at verða útgoldið komandi ár til endurgjald til skipasmíð.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið svarar, at tað er trupult er at meta um tørvin.

– Talvan niðanfyri lýsir, hvussu ymiskur játtanartørvurin er frá ári til ár. Tó sæst játtanartørvurin vera hægri umleið annaðhvørt ár. Lagt kann verða afturat, at tvíkiljurnar gerast størri og dýrari, sum alt annað líka kann økja játtanartørvin, skrivar ráðið.

##med2##

– Játtanartørvurin er væl hægri í 2024 enn undanfarin ár og skyldast hetta serliga ta einu verkætlanina, sum er nýbygging av einum frystitrolara. Søkt er um 12,8 mió. kr. í endurgjaldi til hesa verkætlanina, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.