Ávaring: Sera hált í Havn

Løgreglan ávarar um, at tað er sera hált í Havn

Tað er sera hált í Suðurstreymoy nú í skýmingini. Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. 

- Vit hava fingið fleiri fráboðanir um, at tað er sera hált, sjálvt um bilar hava píkar, so glíða teir, sigur vaktleiðarin. 

Okkurt ferðsluóhapp hevur verið. Løgreglan hevur givið Tórshavnar kommunu og Landsverki boð, so farið verður at salta.