Jana Mittún sum saman við landsliðsliðfeløgunum fyrireikar seg til EM-endaspælið, ið byrjar í Sveis, Eysturríki og Ungarn komandi hósdag hevur higartil havt eitt gott kappingarár í Viborg í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í níggju dystum hjá Viborg hevur Jana lagt upp til 38 mál - sonevnd assists. Tað er tað higartil triðmesta hjá nøkrum leikara í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Tað eru bert tveir leikarar sum hava lagt upp til fleiri mál enn Jana:
##med2##
Kelda: Tophåndbold
Í hesum níggju dystunum hevur Jana eisini skotið 28 mál.